Seinnapartin leygardagin spældu føroyameistararnir í NSÍ ímóti íslendsku meistarunum í Vali. Uppgerðin var í Kóurinn fótbóltshøllini í Kópavogi ella á sama stað, har Ísland og Føroyar spældu landsdyst í mars mánað.
Úrslitið var 5-2 til íslendsku meistararnar, sum eftir 1. Hálvleik vóru frammanfyri 2-1. Serliga fyrri parturin av 2. hálvleiki var kostnaðarmikil hjá NSÍ, tí hesa løtuna skoraði íslendska liðið trý mál.
-Vit spældu strævnan landskappingardyst ímóti B36 hóskvøldið. Kanska sat hann í beinunum. Undir øllum umstøðum vóru vit yvirhøvur ikki klárir aftan á hvíldina, og tá skolaðu málini ígjøgnum eina løtu,l staðfestir Hjalgrím Elttør úr Íslandi.
Tað sá út til at skula gerast rættuligt skrædl, men tíbetur eydnaðist tað NSÍ at pynta eitt lítið sindur um, so úrslitið gjørdist 5-2 tap.
-Vit vóru væl nøgdir við avrikið í 1. hálvleiki. Tá høvdu vit bóltin kanska meiri enn teir, og vit spældu okkum til fleiri málmøguleikar, men tað eydnaðist bara at skjóta eitt mál. Tað skoraði Dejan dygst undan steðginum, eftir at NSÍ hevði trýst í fitta løtu. Hetta var fyrsta málið hjá Dejan fyri NSÍ. Hann hevði frammanundan fingið bóltin í Valur málið, men dómarin kolldømdi ta ferðina orsaka av rangstøðu.
1. hálvleikur var hálvrunnin, tá ið Valur legði seg framum, og tíggju minuttir fyri steðgin økti Valur við brotssparki.