Dýrur fagnaður

Hans Pauli Samuelsen skoraði eina sanna perlu til 3-0 í dystinum móti KÍ. Mest sum í somu rørslu tamdi hann við høgra-beininum, áðrenn hann fluktaði við vinstra, og einki var at taka seg aftur í, at hetta var dagsins detalja á Eiði. Sum tað framgongur á myndini, so var fagnaðurin um málið eisini stórur, men tað var tó ein stór strika í rokningini, tá dómarin kom upp í leikin. Hann gav nevnliga Hans Paula gula kortið fyri at toga troyggjuna av sær í fagnaðinum, og hetta merkir, at Hans Pauli nú er leikbannaður, tá EB/Streymur í næsta umfarinum skal á vitjan í Vági.