Dýrur føðingardagur

Fimtan sviar, sum vóru farnir til Cannes í Fraklandi

Fimtan sviar, sum vóru farnir til Cannes í Fraklandi at halda ein 30 ára føðingardag, fingu ein rættiligan skelk, tá teir fingu rokningina frá matstovuni, sum teir hildu føðingardagin á.
Rokningin var upp á heilar 427.000 krónur. Maðurin, sum eigur matstovuna, sigur, at sviarnir m. a. keyptu eina fløsku av reyðvíni av slagnum Chateau Margeaux frá 1961, sum kostar 132.493 krónur. Sviarnir drukku eisini annað vín, og alt var av tí dýra slagnum, sigur matstovueigarin.
Ein av sviunum sigur við Aftonbladet, at vínið varð sett á borðið, uttan at teir høvdu bílagt tað, og teir ivaðust ikki í, at tænarin skemtaði, tá hann legði rokningina á borðið. Sjálvur rindaði hann 50.000 krónur við bankakortinum. Ein dómstólur skal nú taka støðu til málið.