Dýrur diamantur

Í vikuni varð ein óvanliga stórur diamantur seldur á uppboði í Hongkong. AP-tíðindastovan skrivar, at diamanturin er til støddar sum ein borðtennisbóltur. Hann er 101 karat og tann fjórði í heiminum, sum er oman fyri 100 karat. Á uppboðnum í Hongkong fór hann fyri góðar 500 milliónir dollarar. Upprunaliga stavar diamanturin úr einum námi í Suðurafrika. Hetta er ikki tann fyrsti diamanturin, sum er funnin har, og tann størsti óslípaði diamanturin í heiminum, Cullinan-diamanturin, varð funnin í sama námi.