Dýrur Derby-dystur

Hóast Sir Alex Ferguson kann fegnast um, at Manchester United vann seg víðari til Liga Cup-finaluna, so var hetta ikki kostnaðarleyst hjá ensku meistarunum. Ringast stendur til hjá Rafael, sum helst má sita uttan fyri við skaað næsta mánaðin. Anderson noyddist av vøllinum við skaða i fótliðnum, og eisini fingu Nani, Gary Nevile og Jonny Evans smærri snuddir í dystinum.