Tað kom at kosta einum tilkomnum manni fýra mánaðir fongsul, tá hann seinast í januar í ár fór ein túr í býin og har kom í klammarí uttan fyri Glitnir. 30. januar í ár fór ein tilkomin maður í býin saman við unnustu síni, og út á náttina endaðu tey í Glitnir.
Sambært vitnum var stemningurin soleðis hetta kvøldið, at ófriður lá í luftini, og einaferð maðurin fer út um, stendst slagsmál av.
Maðurin varð ákærdur eftir grein 245 í revsilógini, sum verður brúkt til serliga vandamiklan harðskap. Ákærdi maðurin skal hava tikið eitt av keramikk øskubikørunum, sum standa á borðunum uttan fyri Glitnir, og sligið tað í høvdið á einum øðrum manni.
Læknafrágreiðingar siga, at viðkomandi fekk seks pentur í høvdið, meðan ein annar maður fekk nevan í andlitið.
Ákærdi noktaði seg sekan og segði, at tað ikki var hann, ið hevði lopið á, men at hann varð álopin.
Dómarin valdi tó at trúgva meirilutan av vitnunum sum saman við læknafrágreiðingunum frá skaðastovuni førdu til, at dómurin gjørdist fýra mánaðir treytaleys fongsulsrevsing.
So ikki kann sigast annað enn, at tað gjørdist ein dýrur býtúrur hetta kvøldið.