USA, Russland, Kina, Suðurkorea og Japan hava boðið sær til at fíggja neyðugar orkuskipanir í Norðurkorea, aftur fyri at landið sleppur sínum ætlanum á kjarnorkuøkinum.
Men tilboðið er dýrt. Suðurkoreanskir serfrøðingar hava roknað seg fram til, at tað fer at kosta einar 90 milliardir krónur at útvega Norðurkorea ta neyðugu orkuna. Herumframt skal Suðurkorea lata grannalandinum elorku fyri einar 50 milliardir krónur. Ein uggi er tað kanska, at ætlanin skal ikki fullførast í einum, men yvir eitt trettan ára langt tíðarskeið.
Sum skilst skulu hinar útreiðslurnar býtast javnt ímillum fimm londini, sum eru við í semjuuni við Norðurkorea.










