Tað eru nógvar góðar grundir til, at Løgtingið samtykkir uppskotið um at geva tímaløntum rættin at vera heima barnsins fyrsta sjúkradag. Tað heldur Samtak, sum sostatt er grundleggjandi ósamt við arbeiðsgevararnir, sum longur niðri á Portalinum halda, at Løgtingið skal halda fingrarnar vekk.
Samtakt sigur, at tað hevur víst seg at vera sera tórført og sera dýrt at vinna hendan rættin í samráðingum við arbeiðsgevaran.
Felagskapurin sigur eisini, at nógv, sosial gjøld verða áløgd teimum tímaløntu og tað er sera tórført at lyfta allar byrðarnar og tey næstu nógvu árini er væntandi, at eftirlønin fer at fara avstað við einum stórum parti av øllum lønarhækkingum.
Samtak vísir eisini á, at prísvøksturin er eini 2% - 3% um árið og tí er neyðugt við beinleiðis lønarhækkingum fyri at livistøðið ikki skal lækkað.
Tað er eisini neyðugt at áseta eitt botnstøðið fyri vælferðartænastur við lóg, heldur Samtak og felagsskapurin er ósamdur í, at tað fer at ávirka samráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum, tí tað eru bæði barnsburðarlógin og sjúkradagpeningalógin fordømi um.