Dýrt keypt stig

Javnleikurin hjá Víkingi í gjár var dýrt keyptur

Teir ljósabláu máttu stríðast við bara tíggju monnum allan seinna hálvleik, og eingin spardi seg. Fýra leikarar hjá Víkingi fingu kort. Tað er einki óvanligt í tí, men tað óvanliga er, at allir fýra eru leikbannaðir til næsta dyst. Hans Jørgen Djurhuus varð vístur av vøllinum, og er tískil leikbannaður. Hinir tríggir, Andreas Lava Olsen, Niclas Niclasen og Atli Gregersen, fingu allir sítt fimta gula kort, sum eisini hevur leikbann við sær. Tað merkir, at tríggir av fýra, sum mannaðu verjuna hjá Víkingi í gjár, ikki eru við, umframt at vandamesta álopsvápni eisini er uttanfyri, tá B71 vitjar sunnudagin.