Enska meistaraliðið hevði eitt undirskot uppá hálvaaðru milliard krónur. Eygleiðarar høvdu væntað eitt undirskot á eina milliard, men tað gjørdist also 1,5 milliardir, tá avtornaði. Síðsta ár hevði Chelsea eitt undirskot á eina slaka milliard, so undirskotið er økt munandi. Hóast størsta undirskotið, sum nakað Premier League felag hevur havt, stúrir leiðslan í Chelsea als ikki fyri støðu felagins.
Stjórin í Chelsea, Peter Kenyon, sigur, at hesin roknskapurin er ein partur av eini langtíðarætlan, sum byrjaði í 2003. Hann sigur, at metstóra undirskotið kemst av nøkrum óvanligum útreiðslum, ið eru neyðugar fyri at náa málinum um at hava javnvág á roknskapinum í 2010.
Og so leingi Abramovic heldur við Chelsea, er væl ikki tann stóri vandin fyri, at felagið skal fara heilt av knóranum&