Guvernørurin í amerikanska statinum New Jersey, Chris Christie, metir nú, at í hansara stati gjørdi illveðrið Sandy skaða fyri 29,4 milliardir dollarar.
Tað stendur í einari fyribilsfrágreiðing, sum skrivstovan hjá guvernørinum hevur almannakunngjørt. Guvernørurin sigur, at metingin umfatar skaða á privata, vinnuliga og almenna ogn og avleiðingar av skaðanum. Hann leggur afturat, at metingin er varislig, og tí er tað ikki óhugsandi, at tað veruliga talið er uppaftur størri.
Í síðstu viku segði guvernørurin í statinum New York, Andrew Cuomo, at hann ælaði sær at biðja stjórnina í Washington um 30 milliardir dollarar í stuðuli til at bøta um skaðan av Sandy.