Dýrt farvæl hjá Royal Greenland

Tað kostaði grønlendsku fyritøkuni Royal Greenland einar 20 mió. krónur at sleppa sær av við Keld Askær, aðalstjóra og Hanrik Leth, varastjóra í fjør Nú roknskapurin fyri 2007 er kunngjørdur, sæst, at útreiðslurnar til stjórnina vóru 33,5 mió. krónur í fjør ímóti 11,5 mió. krónum í 2006.

Við øðrum orðum er tað ógvuliga sannlíkt, at teir báðir stjórarnir fingu góðar 20 mió. krónur við sær í lumman, tá teir fóru, skrivar blaðið Sermitsiaq.