Samferðsla
Eysturoy: Bara eykabussarnir í samband við miðnámsskúlarnar á Kambsdali kosta 1,2 millión um árið, verður upplýst av Strandfaraskipum Landsins.
Tað verður ofta fýlst á, at ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum er trupul at fylgja, og at eitt nú skúlanæmingar kunnu ikki brúka bussarnar.
Verður hugt í ferðaætlanina hjá Strandferðsluni, er skjótt at fáa hesa fatan váttaða. Eitt nú um tú hyggur at sambandinum millum Funning og Kambsdal. Tað ber, sambært vanligu ferðaætlanini, ikki til at brúka buss, um tú eitt nú býrt í Funningi og gongur í skúla á Kambsdali.
Men nú er støðan ikki heilt so einføld, sigur Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari á Strandfaraskipum Landsins. Strandferðslan brúkar heilt nógvar pengar upp á eykabussar, skúlabussar, sum ikki standa í ferðaætlanini.
Serliga vísir hann á skúlarnar á Kambsdali, har nógv fólk ferðast til og frá hvønn dag. Bara í tí sambandinum brúkar Strandferðslan meira enn eina millión krónur um árið til eykabussar.
?Men her er sum alla aðrastðani tann regla galdandi, sigur Poul Jákup Thomsen, at vit eiga ov lítið av pengum til at nøkta tørvin hundrað prosent. Vit mugu velja, hvussu vit leggja føstu ruturnar, soleiðis at tað passar saman allastaðni. So verður tað viðhvørt neyðugt at leggja okkurt øki burtur ímillum. Tað kann so ofta verða øki, har ikki so nógv fólk býr.
Venda vit so aftur til gjørda dømi okkara í Funningi, vísir feðraætlanin, at ikki ber til at búgva í Funningi og brúka almenna bussambandið á Kambsdal, tá farast skal í skúla á morgni.
Bussur fer úr Funningi klokkan fimm minuttir yvir sjey. Millum Fjarða er einki steðgipláss, so neyðugt er at fylgja við á Oyrarbakka, har komið verður klokkan hálvgum átta, og skiftast kann í leið 400. Men tann bussurin er longu farin av Oyrarbakka klokkan sjey, og eingin er aftur fyrr enn tíggju minuttir yvir hálvgum níggju. So har gerst einki.
Men her er tað so, at Strandferðslan kemur við eini eykatænastu og sendir ein eykabuss av Oyrarbakka klokkan tíggju minuttir yvir hálvgum átta. Og hann er á Kambsdali til skúlatíð.
Og soleiðis verður eisini gjørt nógva aðrastaðni í landinum, greiðir Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari, frá. Tey, sum brúka bussarnar, vita tað, men tað gera so nógv onnur ikki.
?Millum annað tí hoyra vit ofta søgur um, hvussu illa alt passar, hóast tað ikki passar, at ferðaætlanin ikki passar.
Og tað passar.










