Dýrt at vraka Icesave

Tað fær stórar búsksparligar avleiðingar fryri tað íslendska samfelagið, um íslendingar vraka Icesave-semjuna, tá fólkaatkvøða verður um fýra vikur. Tað skrivar íslendski professarin Þórólfur Matthíasson í grein í norska blaðnum Aftenposten. Hann heldur tað vera sannlíkt, at rentan í Íslandi fer at hækka tvey ella trý prosentstig, og at íslendsku rentuútreiðslurnar til umheimin fara at veksa millum seks og 10 prosent av bruttotjóðarframleiðsluni tey næstu 15 árini. Þórólfur Matthíasson heldur, at Noreg kann fáa ein týðandi leilut sum semingsland í Icesave-trætuni.