Amerikanska kongressin játtaði í gjár stjórnini at brúka 414 milliardir krónur afturat til kríggini í Afghanistan og Irak.
Ein stórur meiriluti av kongressini atkvøddi fyri meirjáttanini, men einstakir kongresslimir fýltust tó á, at krígsførslan er alt ov dýr.
Við meirjáttanini hevur USA brúkt meiri enn 2500 milliardir krónur til krígsførsluna í teimum báðum londunum.