Dýrt at smugla sigarettir

Løgreglan í danska býnum Skive steðgaði í gjár einum russiskum farmaskipi, til skiparin hevði rindað avgjøld og bót fyri sigarettir, sum hann hevði roynt at smugla.

Tá tollararnir vóru umborð á skipinum, fingu teir áhuga fyri nøkrum pappírum í kamarinum hjá skiparanum. Sambært pappírunum vóru 48.000 sigarettir umborð, tá skipið fór úr Hamburg, men nú tað kom til Skive, stóð, at tað vóru bara 800 sigarettir umborð.

Tollararnir sendu boð eftir løgregluni, og skiparin fekk boð um at rinda 60.380 krónur í avgjaldi umframt 60.000 krónur í bót. Pengarnir komu í gjárkvøldið, og so fekk skiparin skipspappírini aftur, skrivar danska kringvarpið.