Sambært føroyskari lóggávu skulu øll skip, sum reka vinnuligan fiskiskap, hava eina sonevnda fylgisveina eftirlitseind (VMS) umborð, og tað kann verða dýrt at sløkkja, meðan skipið er til fiskiskap.
Tá Brimil tók skip fyri at fiska ólógliga í íslendskum sjógvi, hevði skipið sløkt VMS-skipanina. Málið hevur verið fyri í Føroya Rætti.
Á heimasíðuni hjá Fiskiveiðieftirlitinum verður víst á, at Føroya Rættur nú hevur hevur givið skiparanum 100.000 krónur í bót fyri at sløkkja VMS'in.
- Skiparin hevði haraftrat blakað plottaran í havið fyri at sletta sporini, sum kundu siga, hvar hann hevði fiskað.
Fiskiveiðieftirlitið sigur, at onnur brot eisini vórðu framd og hevur Føroya Rættur givið skipara og reiðara eina bót uppá góða hálva miljón krónur.
Dómurin kann lesast á heimasíðuni www.fve.fo