Tað kostaði donsku stórfyritøkuni A.P. Møller-Mærsk nógvar milliónir krónur at skifta leiðslu í fjør Danska stórfyritøkan A.P. Møller-Mærsk skifti ein stóran part av teirri ovastu leiðsluni út í fjør, og tað sæst aftur á roknskapinum, sum bleiv almannakunngjørdur í gjár.
Fyrst mátti aðalstjórin Jes Søderberg mynstra av, tí felagið fekk ikki tað burtur úr bingjudeildini, sum leiðslan hevði roknað við. Seinni noyddust reiðararnir Knud E. Stubkjær og Tommy Thomsen eisini at finna landgangin. Harafturat vóru fleiri broytingar í nevndini.
Í roknskapinum sæst, at A.P. Møller-Mærsk rindaði 53 milliónir krónur í fráfaringarsamsýningum í 2007.