Telefonprísir Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Ein føroysk kona í Danmark mundi fingið sjokk, tá hon fekk telefonrokningina frá Telia, sum er ein svensk telefyritøka, ið situr á fittum marknaðarparti av fartelefonkundum í Danmark. Um jólini tosaði hon í ein hálvan tíma til Føroya, og hetta kostaði henni 1000 krónur. Hetta er ikki so løgið, tí við at hyggja á heimasíðuna hjá Telia, sæst, at tað kostar ikki minni enn 16,38 krónur um minuttin fyri ein føroying, sum er kundi hjá Telia, at ringja til Føroya ella fáa eina telefonuppringing úr Føroyum. Til samanberingar kostar tað einans tvær krónur um minuttin, um telefonsamtalan er til ella úr Svøríki, Noregi ella Finlandi. Telia hevur býtt heimin upp í seks øki (zoner). Í øki 1 eru tey trý omanfyri nevndu londini, har tað kostar 2,50 krónur at ringja til og frá. Í øki 2 finst stórur partur av ES-londunum, har prísurin er 3,88 krónur. Í hesum bólkinum er eisini Ísland.. Í øki 3 finnast finnast millum annað nógv fyrrverandi sovjet-hjálond, Turkaland og Albania og tey av evropeisku londunum, ið eru uttanfyri ES. Her er prísurin 5,25 krónur. Øki 4 fevnir um Kanada og USA og kostar 4,38 krónur, meðan Australia og fleiri asiatisk lond eru í øki 5. Her er prísurin 9,38 krónur. Síðani er eitt rættiligt lop upp til restina av heiminum, sum er býttur í øki 6, har tað kostar 16,38 krónur at ringja ella verða ringdur upp frá. Og har er alsto Føroyar eitt av hesum londunum. Sosialurin hevur spurt kunningarstjóran hjá Telia, hví Føroyar kemur undir »restina av heiminum« og ikki undir til dømis »norðurlond« ella »restina av Evropa«. - Tað er tí, at Føroyar eru lítlar og liggja uttanfyri ES. Men Ísland og Noreg, sum ikki eru limir í ES, liggja í prísøki 1 og eru tískil nógv bílari? Hví? - Har er meiri teletrafikkur. Eg má tó viðganga, at prísurin er høgur, men vit hava havt undirskot av samskiftinum millum Føroyar og Danmark, og hetta er orsøkin til høga prísin, sigur Anders Reintoft, kunningarstjóri, Telia. Í sama andradrátti lovar hann, at Telia fer at kanna málið nærri, og uttan at lova nakað, væntar hann, at teleprísurin millum Danmark og Føroyar verður settur niður.











