Dýrt at leita eftir vrekpettum

Amerikanska rúmdarumsitingin NASA hevur higartil nýtt eina milliard krónur til arbeiðið at leita eftir lutum av rúmdarferjuni Columbiu, sum sprongdist uppi yvir Texas tann 1. februar.
NASA kunngjørdi í gjár, at higartil hevur arbeiðið at savna vrakpettini kostað góðar 137 milliónir dollarar, og at útreiðslurnar veksa hvønn dag. Tað hevur víst seg, at vrakpetti av Columbiu duttu niður í einum ógvuliga stórum øki, men meginparturin er kortini funnin aftur í Texas og Louisiana.
Síðani miðskeiðis í februar hava meiri enn 3.000 fólk leitað eftir vrakpettum. Harumframt hevur NASA nýtt 32 tyrlur, níggju flogfør, sjey bátar og nógvar kavarar í leitingini. Higartil hava leitingarfólkini funnið meiri enn 22.100 vrakpetti av Columbiu.