Dýrt at koyra bil í grannalondunum

Í Danmark og Noregi er bensinið dýrkað sera nógv teir seinastu dagarnar.

Tað verður altsamt dýrari at koyra bil. Í Danmark er bensinprísurin hækkaður nógv teir seinastu dagarnar. Mikudagin hækkaði bensin við 95 oktan 58 oyru liturin, og í gjár komu 39 oyru omaná.

Tað ber í sær, at danir noyddust at gjalda 11,14 krónur fyri ein litur av oktan 95 í gjár. Og sambært fjølmiðlunum kundi tað loysa seg at fylla tangan í gjár, tí ætlandi fer prísurin 30 oyru upp afturat í dag.

Í oljulandinum Noregi er sama skilið. Í gjár lá prísurin nógvastaðni oman fyri 12 norskar krónur fyri ein litur av oktan 95, og tann hægsta prísin hevði Aftenposten funnið norðuri í Tromsø, har ein litur kostaði 13,95 krónur.

Norsku bensinsølurnar siga, at stendur príshækkingin á altjóða oljumarknaðinum við, kann bensinprísurin koma upp á 15 krónur.