Dýrt at flúgva fullur

Ein 40 ára gamal norskur sjómaður man iðra seg um, at hann tók í so nógv til sín umborð á einum flogfari í síðstu viku.

Maðurin var komin í land í USA og skuldi við einum flogfari úr Minneapolis til Amsterdam. Men hann var dekan ov íðin at keypa av tí váta slagnum, og tað endaði við, at fleiri av ferðafólkunum ræddust hann. Hóast fleiri ávaringar gavst maðurin ikki, og tað endaði við, at flogskiparin gjørdi av at koyra mannin úr flogfarinum, tá tað millumlendi í Goose Bay í Ný Funnalandi.

Kanadiska løgreglan tók sær av norðmanninum. Fyrradagin varð hann latin leysur, men fyrst mátti hann gjalda 60.000 krónur í bót. Flogfelagið Northwest Airlines hevði annars hótt við, at hann skuldi gjalda 120.000 krónur í bót fyri ólátaðu framferðina umborð á flogfarinum.