Dýrt at ferðast um Suðuroyarfjørð

Bátar, sum hava siglt um Suðuroyarfjørð við fólki í vikuskiftinum, nú Smyril liggur, hava tikið heilt upp í 400 krónur fyri einvegis túrin

Sigling

Arbeiðssteðgurin kostar dýrt hjá teimum, sum noyðast um Suðuroyarfjørð, nú Smyril liggur. Sluppin, Jóhanna, hevur gjørt onkran túrin, og tað hava bátarnir, Froyur og Silja Star, eisini. Aðrir bátar hava eisini siglt við fólki í vikuskiftinum.
Sosialurin veit við vissu, at onkur glastrevjabátur av Tvøroyri hevur tikið heilt upp í 400 krónur fyri hvønn fyri einvegis túrin um fjørðin. Hinvegin hava aðrir kravt minni, og eitt nú Froyur hjá Bjarka Skúvadal í Vestmanna, sum sigldi tríggjar túrar í vikuskiftinum, hevur tikið 200 krónur fyri hvønn vaksnan ferðandi  og 100 krónur fyri børn.
- Vit sigldu ein túr suður og norðuraftur leygardagin og tveir túrar sunnudagin. Froyur, sum er 14 metrar langur og 4,22 metrar breiður, kann hava 48 fólk við hvønn túrin. Samlaða talið av ferðandi hesar báðar dagarnar var eini 100, og tað er ov lítið til, at tað skal loysa seg at sigla fyri 200 og 100 krónur fyri hvønn ferðandi.
Bjarki Skúvadal sigur, at hann hevði ikki samvitsku til at taka meira frá teimum ferðandi.
- Vit væntaðu í staðin at fáa fullan bát, men tað fingu vit so ikki. Lutfalsliga lítil flutningur hevur verið suður, men norðuraftur hevur væl av fólki verið við.
Hann sigur, at Froyur bara sunnudagin brúkti fyri einar 7.000 krónur í olju.
- Vit royndu at gera siglingina so lagaliga sum gjørligt við at sigla millum Gomlurætt og Hvalba. Hesir túrar taka umleið ein tíma og 10 minuttir.
Spurdur, hvat hann heldur um ein prís upp á 400 krónur um Suðuroyarfjørð, sigur Bjarki, at hetta ikki er ov nógv, um bátarnir, sum sigla, skulu fáa nakað burtur úr hesum.
- Men hetta er meira, enn vit høvdu samvitsku til at taka, sigur Bjarki Skúvadal, sum ivast í, um Froyur fer at gera fleiri túrar um Suðuroyarfjørð í hesum umfari.