Dýrt at dálka havumhvørvið

Tað mátti reiðarin á Ametyst og Jaspis ásanna, tá eitt mál móti teimum báðum trolarunum var fyri í Føroya Rætti mikudagin

Talan var um tvær ákærur.
Onnur var móti Ametyst, og hendingin fór fram 26. juli 2011. Tað var meðan bunkrað var, at pumpað var millum tveir tangar har afturi á hekkuni. Maskinmaðurin var staddur á dekkinum, tá sjálvvirkandi kontaktin, ið stýrdi pumpuni, ikki sló frá við tí úrsliti, at nakrir litrar runnu yvir, áðrenn maskinmaðurin kláraði at renna av dekkinum upp í stýrhúsið at sláa kontaktina frá.
Hetta var eitt í grundini tilvildarligt mál, har ein sjálvvirkandi kontakt sveik.
Hitt málið hendi umborð á Jaspis 5. august 2011.
Maskinmeistarin greiddi frá, at seinasta tógið undan, at bátarnir fóru inn, gleið wirurin av lúnningini og endaði á luftrørinum, ið gekk niður til smyrjioljutangan. Hetta førdi við sær, at rørið bognaði og ein riva kom í sveisingina.
Jaspis kom inn 3. august, sum var ein mikudag, og skuldi liggja í ein mánað vegna eitthvørt ólag á fiskiskapinum, sum Fiskiveiðieftirlitið kravdi, skuldi geva forboð í ein mánað.
Gjørt var tí av, at gera átrokandi umvælingar hendan mánaðan, ið skipini kortini skuldu liggja.
Men fríggjakvøldið 5. august vórðu boð send eftir maskinmanninum at koma umborð, tí olja lak úr skipinum og á sjógv.
Maskinmaðurin kom á staðið, og tá var eisini menn frá brandstøðini har. Teir fingu í felag rudda oljuna upp, men megnaðu ikki annars at finna fram til, hvar hon kom frá. Teir hildu seg tó hava fingið tamarhald á støðuni, og fóru tí til húsar aftur um kvøldið.

Tilkallaðir aftur
Tað gekk kortini ikki rúm tíð, til menn aftur vórðu tilkallaðir til Jaspis. Hetta var leygarmorgunin, og hesaferð vórðu báðir maskinmeistararnir á Jaspis og Ametyst tilkallaðir umframt sami innsatsleiðari sum kvøldið fyri.
Hesaferð varð skjðott staðfest, at vatn var í smyrjioljutanganum, og at tað var hetta, ið hevði ført til yvirflotið ði tanganum dagin fyri.
Nú var eisini funnið fram til, at rørið millum skins og hold upp til útluftingina á yvirdekkinum, var tært á hol, og at oljan rann út tann vegin.
Báðir maskinmeistararnir, sum vitnaðu í rættinum mikudagin søgdu, at eingin møguleiki var at síggja hetta, júst tí tað var millum skins og hold.
Ógvusliga regnið, sum hevði verið hesar dagarnar, var likið niður gjøgnum sprekkuna á yvirdekkinum, niður gjøgnum luftrørið og niður í smyrjioljutangan í slíkari nøgd, at tað hevði trýst lættaru oljuna upp gjøgnum luftrørið og út gjøgnum teringina. Og tað var hetta sum gjørdi, at oljan lak út.
Innsatsleiðarin greiddi frá, at teir høvdu pumpað einar 200 litrar upp í dunkar, og at slammsúgvarin hjá kommununi hevði pumpað einar 240 litar. Og út frá hesum mátti roknast við, at eitt stað millum 150 og 200 litrar vóru farnir á sjógvin.
Hesum metingum afturvístu maskinmeistararnir og mettu sjálvir, at tala var um eitt stað millum 25 og 50 litrar, ið fóru í havið.

500-600 litrar pr. túr
Báðir maskinmeistararnir vóru samdir um, at skipini brúktu eitt stað millum 500 og 600 litrar av smyrjiolju hvønn túr. Mett var, at motorurin nýtti einar 50 litrar um døgnið, meðan ljósmotorar og annað brúka 10-15 litrar um døgnið.
Tað merkir, at skipini brúka hesar 500 til 600 litrar av smyrjiolju um døgnið. Og um hesin seiasti túrurin so ardi í 8, 9 ella 10 samdøgur, ger so ikki tann heilt stóra munin.
Í sínari proseduru segði Linda Hesselberg, ákæri, at tað var víst stórt óskeytni í báðum førum. Í fyrsta umfari, tí at litið var alt ov nógv á sjálvvirkandi kontaktina, og í hinum førinum, at ikki var hugsað um at dekka sprekkuna í sveisingini til, so at regnvatn ikki kundi renna niður í smyrjioljutangan.
Hon mælti tí til, at reiðaríið varð dømt at rinda 12.500 krónur í bót fyri hendingina umborð á Ametyst, og 52.700 krónur fyri hendingina á Jaspis.
Verjin, Christian Andreasen, kravdi frídøming. Hann segði, at alt var grundað á gitingar hjá ákæruvaldinum, og skuldsetti ákæran fyri ikki at hava skil fyri, hvat gekk fyri seg umborð á skipi.
Hann segði eisini, at rørini, ið vóru tærd, ikki kundi leggjast reiðaranum til last.
Dómarin vildi fegin hava semju í málinum, og mælti tí til eina slíka. Ákæruvaldið gekk so við ti at minka útlátið á Jaspis málinum úr 150-200 litrar, niður í 75-100 litrar.
Hesum tók ákærdi av, og málið endaði tí við, at bótin, í staðin fyri at verða 65.200 krónur, nú endaði á 40.000 krónum. Sum framvegis má metast at vera nógv fyri eina so lutfalsliga lítla dálking.