Dýrt at dálka

Fyri fýra árum síðani misti norska farmaskipið "Star Eviva" 87 tons av olju í havið úti fyri amerikanska havnarbýnum Charleston í Suður Carolina, og nú hevur reiðaríið fingið boð um at gjalda 18 milliónir norskar krónur í bót og endurgjaldi.

Kanningar hjá amerikansku myndugleikunum hava avdúkað, at eingin var í maskinrúminum, tá óhappið hendi, og at leki var á rørskipanini umborð. Tað vísti seg eisini, at fráboðanartólini, sum skulu boða frá lekanum, virkaðu ikki, og at bæði skiparin og reiðaríið vóru vitandi um tað um brekið.

Í rættinum í Charleston mátti reiðaríið, Grieg Shipping og William Hansen í Bergen, viðganga, at tað var vitandi um brekið við fráboðanarskipanini, og reiðaríið góðtók tí bótina og endurgjaldskravið. Skiparin og maskinstjórin á "Star Eviva" fingu sekkin beint eftir óhappið.