EB/Streymur - ÍF 1-2 (1-0)
– Tað sigur seg sjálvt, at slíkt er ótolandi fyri ein venjara. Hann hevur góð fótbóltsevni, men hatta var ein tápulig avgerð, sum kanska ber boð um ein óroyndan spælara, sum skal brynjast til. Vit høvdu fult tamarhald á dystinum, men upphavsstøðið verður fullkomiliga broytt tá.
Rúni Nolsøe, venjari hjá EB/Streymur, iðrar seg sjálvsagt um tapið á heimavølli fyri ÍF. Orsøkin er serliga, at tað var ein hevndarsøka, sum elvdi til, at fuglfirðingar funnu fótafestið við Margáir.
Eitt korter restaði í av fyrra hálvleiki, tá dómarin Petur Reinert fór í lumman eftir reyða kortinum. Spælarar fóru at munntáttast á málteiginum, tá heimaliðið hevði hornaspark. Fjúsið hjá Gunnari Zachariasen, sum skifti úr B36 til EB/Streym í vetur, var ov stutt, og hann varð útvístur fyri at hava hevnt seg inn á Jákup Mikkelsen.
Albert Ellefsen, venjari hjá ÍF, dylir ikki fyri, at tað fekk ein avgerandi lut, at sundalagsmenn spældu við 10 monnum í útivið ein tíma. Tað var grundarlagið fyri, at fuglfirðingar vunnu heldur óvæntað í Streymnesi.
– Vit eru undir trýsti fyrstu løtuna. Umstøðurnar hjá okkum verða munandi betri, tá Gunnar verður útvístur, og tað slepst ikki uttanum, at tað hevur sera stóran týdning, sigur hann.
Ætlanin hjá fuglfirðingum í bítandi kuldanum var upprunaliga at halda EB/Streymi burtur frá sínum máli. Tann ætlanin kollsigldi nær um beinanvegin. Skjótt var Arnbjørn Hansen fyrstur á bóltinum eftir hornaspark, og hann stútaði bólin í netið handan Jákup Mikkelsen. Sundalagsmenn vóru omaná og høvdu upplagdar møguleikar at økja um leiðsluna, áðrenn óvæntaða reyða kortið.
Aftur uttan toppskjúttan
Ábyrgdarmaðurin í Fuglafirði, Albert Ellefsen, hevur havt truplar umstøður í vetur.
Fremsti málskjúttin í fjør, brasilianski Clayton Soares, var heldur ikki tøkur hesaferð. Framherjin hevur enn ikki fingið arbeiðsloyvi til vega, og vandamiklasta álopsvápnið hjá fuglfirðingum hevur av somu orsøk enn ikki verið á vøllinum.
Bartal Eliasen var heldur ikki við hesaferð. Hann hevur verið ein av teimum stinnastu á flogbóltsliðnum hjá ÍF, og garvaði fuglfirðingurin spældi flogbóltsfinalu í Trongisvági hesaferð.
Spælarahópurin hjá ÍF var ikki endaliga evnaður til fyrr enn í februar, tá Hanus Thorleifsson og Hendrik Rubeksen skrivaðu undir avtalu. Annars hevði verið óvist, hvør manningin fór at vera. Frágongdin hevur verið stór í vetur. Thomas Asmussen, Karl Løkin og Dánjal á Lakjuni eru millum teirra, sum eru farnir í onnur feløg, meðan Høgni Madsen og Øssur Dalbúð fóru seinni undir venjingarnar enn hinir.
Men nú er arbeiðsfriður á Fløtugerði.
– Framgongdin hevur verið stór seinastu vikurnar, og vónandi heldur hon fram. Her eru fleiri evnaríkir spælarar, sigur Albert Ellefsen og nevnir millum annað Høgna Madsen, Boga Reinert Petersen, Øssur Dalbúð, Poul N. Mikkelsen, Nenad Saric og Ari Ellingsgaard.
Teir nýggju á talvuna
Sundalagsmenn vóru á odda í hvíldini. Í skiftingarrúm-
inum hjá heimaliðnum varð avrátt, at teir skuldu vera meira ansnir í verjupartinum, nú spælt varð við 10 monnum.
Í skiftingarrúminum hinumegin vildi Albert Ellefsen hvessa álopsspælið.
– Í steðginum verður spælskipanin broytt nakað. Í eini roynd at fáa breidd í spælið, varð liðið tambað somikið, at spælararnir, sum vóru í hvør sínum borði, skuldu hava meira pláss. Vit vildu í størri mun stýra spælinum í seinna hálvleiki, og tað eydnaðist, sigur Albert Ellefsen.
Seinna umfarið var mest sum hálvrunnið, tá ÍF javnaði við Margáir. Øssur Dalbúð hevði seinasta fótin á bóltinum eftir tætta støðu í málteiginum. Sigursmálið kom í evstu løtu, tá Bogi Reinert Petersen stýrdi bóltinum í málið eftir hornaspark.
Albert Ellefsen ásannar, at teir løgdu ikki alla orku í at fáa øll stigini. At fáa eitt stig við Margáir var eitt nøktandi úrslit, men at fáa øll stigini var fantastiskt, sum hann málber seg.
– Hetta hilnaðist betur enn væntað. At basa EB/Streymi á útivølli uttan Bartal Eliasen og Clayton Soares, sum vóru knáir í fjør, er eitt sera flott úrslit, eisini hóast teir vóru undirmannaðir, sigur hann.
Rúni Nolsøe staðfestir hinvegin, at teir í Sundalagnum mistu trý umráðandi stig hesaferð. Næstu avbjóðingarnar eru HB, Víkingur og KÍ á útivølli, og ætlanin var sjálvsagt at hava seks stig í stigaposanum áðrenn tær uppgávurnar.
– Vit vóru á sigurskós, og einki bendi sum so á, at teir fóru at geva okkum stórvegis mótstøðu. Vit fluttu bóltin væl, eisini í seinna hálvleiki, men teir fáa tvey mál eftir hornaspark. Eg harmist úrslitið, men fleiri glottar vóru eisini. Tað er eingin orsøk at fella í fátt av hesum, sigur Rúni Nolsøe, sum fer at brúka næstu tvær vikurnar at snikka uppspælið endaliga til.
Fuglfirðingar fremstir
ÍF hevur lagt bragdliga fyri í hesari kappingini við fullari úrtøku eftir tveir dystir. Næstu vikurnar koma bæði 07 Vestur og HB á vitjan í Fuglafirði, og tá verða væntandi bæði Eliasen og Soares við.
Málsetningurin í Fuglafirði er at endurvinna evropeiska atgongumerki. Undan kappingarbyrjan hava soróptu serfrøðingarnir annars verið heldur ivasamir um, hvussu tað fer at hilnast hjá ÍF í ár. Góð úrslit verða ikki tagd burtur í fótbóltsheiminum, og vinna fuglfirðingar næstu dystirnar verða teir útnevndir sum biðlar til føroyameistaraheitið. Tað slepst ikki undan.
Albert Ellefsen leggur kortini doyin á, at einki heiðursmerki kemur til høldar í apríl.
– Vágamenn hava fyrr verið drúgvir í Fuglafirði, og tað verður ein sera torfør uppgáva hjá okkum móti uppflytarunum. Væntandi verður kappingin sera jøvn í ár. Tað verða helst fá lið, sum vinna við Margáir, og hesi stigini vóru kærkomin. Leisturin verður at vinna næsta dyst. Vit hugsa ikki longri enn so. So mugu røddirnar á síðulinjuni tosa og meta um, sum tær vilja, sigur Albert Ellefsen.