Dýrir veðragjólingar

Fyrrakvøldið seldi Junkarshagin í Nólsoy sjey veðragjólingar, og sigast má, at hagin gjørdi kvettið hetta kvøldið.

Bíligasti veðragjólingurin fór fyri 3800 krónur, og tann dýrasti fyri 4800.

Teir sjey verðagjólingarnir fóru annars fyri 3800, 3900, 4000, 4100, 4100, 4200 og 4800 krónur.

Prísurin varð trýstur upp, tí tveir avbygdamenn nú í nøkur ár hava keypt veðragjólingar í Nólsoy, og teir keyptu fimm av teimum sjey brundunum. Tó skal sigast, at tað var ein nólsoyingur, sum keypti tann dýrasta.

At selja brundarnar er fyri tað mesta einasta inntøkukeldan hjá hagapørtunum, men seinnu árini hava hagarnir eisini selt haruhagar. Tað merkir, at hagarnir har fáa eina eyka inntøku.

Størsti hagin, Heimarahelvt, hevur 14 brundar, Junkarshagin, sum seldi týskvøldið, níggju, og minsti hagin, Borðan, hevur átta.

Tað er um hesa tíðina, at hagarnir selja sínar verðagjólingar, og tað kann vera eitt gott hugskot at vera fyrstur, so sum prísirnir oman fyri vísa.

Vanliga liggja prísirnir á einum verðagjólingi í Nólsoy millum 2000 og 3000 krónur, tó at onkur fer upp um.