Dýrir teldlar

Fleiri skúlar í Føroyum eru longu farnir í holt við at nýta teldlar – sonevndar pads – sum partur av skúlaamboðunum hjá næmingunum.

Hetta er ikki ókent í londunum kring okkum, og eitt nú gjørdi Odder kommune í fjør av, at allir 2.800 næmingarnir í kommununi skuldu hava hvør sín iPad.

Ekstra Blaðið skrivar í dag, at tey í kommununi í dag eru skelkað av, hvussu stórar útreiðslur hetta hevur havt við sær. Og her tosa tey ikki um íløguna.

Heldur eru tað viðlíkahaldsútreiðslurnar, sum vísa, at hetta fyrsta árið hava á leið 400 iPads verið til umvælingar, tí næmingarnir ikki hava ansað teimum nóg væl. Somikið tyngjandi er upphæddin, at kommunan nú tekur viðlíkahaldsútreiðslurnar við í fíggjarætlanina hjá kommununi heldur enn hjá skúlanum, sum annars skuldi havt ábyrgdina.

Nú eru á kommunalu skúlunum farin undir átak, har endamálið er, at næmingarnir skulu fara betur um teldlarnar.