Dýrir svartkalvar

Reiðaríið hjá norska fiskiskipinum "Veidar" hevur játtað at gjalda myndugleikunum 300.000 krónur í bót fyri ólógligan fiskiskap.

Sunnmøreposten skrivar, at skipið hevur brotið veiðireglurnar ikki minni enn seks ferðir. Sambært blaðnum hevði skipið loyvi at hava tíggju prosent av svartkalva sum hjáveiði, men kanningar hjá fiskiveiðieftirlitinum avdúkaðu, at skipið hevði nógv meiri svartkalva enn loyvt.

Á tí eina túrinum hevði "Veidar" átta tons av svartkalva, sum skuldu eitast at vera hjáveiða, men tá lastin bleiv kannað, svaraði svartkalvin til heili 97 prosent av tí, sum var í lastini.