ARBEIÐSUMHVØRVI
Arbeiðsskaðar eiga og skulu vit sleppa undan.
Hetta haldi Bjarne Gosvig, kriminalassistent, og Jørn Bertelsen, vicepolitikommissør.
Teir báðir undirvísa um arbeiðsumhvørvi á Politi skúlanum í Keypmannahavn.
Seinastu tíðina hava teir undirvíst føroyskum løgreglufólkum um arbeiðsumhvørvi.
Teir fegnast eisini um, at løgreglan í Føroyum tekur hetta evnið álvarsliga.
?Tað er gott, at løgreglan í Føroyum tekur hetta stigið samlað. Tað er eisini stuttligt fyri okkum at sleppa at undirvísa her í Føroyum, sum vit gera í Danmark, sigur Jørn Bertelsen.
Uni Vestureið, politiinspektørur, sigur, at fyri løgregluna er arbeiðsumhvørvi kanska mest av øllum ein spurningur um trivnað.
?Alt snýr seg ikki bara um løn hjá starvsfólkum. Fólk vilja trívast og kenna seg væl í teirra størvum, og har er neyðugt at arbeiða við arbeiðsumhvørvi, sigur Uni Vestureið.
Hann leggur afturat, at arbeiðsumhvørvi kann vera so nógv ? alt frá fysiskum rammum til happing.
Kostar
Sambært teimum báðum donsku undirvísarunum er arbeiðsumhvørvi nakað, sum lønar seg hjá øllum at gera nakað við.
Tí arbeiðsskaðar kosta nógv ? bæði hjá arbeiðsgevara, starvsfólki og samfelagnum.
?Ein álvarsamur arbeiðsskaði kann kosta nógv fyri arbeiðsplássini, tá hugsað verður um, hvat hetta inniber við fráveru og øðrum, sigur Bjarne Gosvig.
Hann vísir á, at kanningar gjørdar í Danmark vísa, at ein skaði kostar minst 100.000 kr. samlað, og oftani verða hesar upphæddirnar til bæði eina hálva og eina heila millión. Tískil kann tað loysa seg at gera nakað við arbeiðsumhvørvi, meta teir.
?Danska fyritøkan Danfoss hevur roknað út, at hvør arbeiðsskaði kostaði teimum 90.000 kr. So koma útreiðslurnar hjá starvsfólkinum og tí almenna afturat, sigur Bjarne Gosvig.