Virksemið hjá teimum somalisku sjórænarunum kostaði heimsins reiðaríum 12 milliardir dollarar í fjør. Tað hevur leiðarin fyri altjóða løgreglusamstarvinum Interpol, Khoo Boon Hui, sagt á einari ráðstevnu, sum Interpol hevur á Malta í hesum døgum.
Tíðindastovan Bloomberg skrivar, at eykaútreiðslurnar umfata loysigjald fyri skip, manningar og ferðafólk, dýrari trygging og longri ella broytta siglingarleið.
Danska reiðaríið A.P. Møller-Mærsk, sum er heimsins størsta bingjureiðarí, hevur sagt, at virksemið hjá teimum somalisku sjórænarunum kostar reiðarínum meiri enn 100 milliónir dollarar um árið.









