Ein kvinna í USA má sanna, at tað kann vera dýrt at taka tónleik ólógliga niður av alnótini Í USA hevur ein dómstólur dømt eina einliga mammu við fýra børnum at gjalda 1,9 millión dollarar ella góðar 10 milliónir krónur í bót fyri at hava tikið tónleik niður av alnótini ólógliga.
Sjónvarpið CNN sigur, at hetta er tann fyrsti dsómurin í USA í einum máli um upphavsrættindi.
Tann 32 ára gamla Jammie Thomas-Rasset varð dømd fyri at taka tikið niður 24 løg hjá millum annað No Doubt, Gloria Estefan og Sheryl Crow, sigur CNN. Dómarin gjørdi av, at kvinnan skuldi rinda 80.000 dollarar fyri hvørt lag, og pengarnar skal hon rinda seks plátufeløgum.
Hevði kvinnan goldið fyri at taka løgini niður av alnótini, hevði tað kostað henni minni enn ein dollara fyri hvørt lagið.










