Tað eru tey, sum fegin rinda nógvar pengar fyri at fáa fatur á gomlum brennivíni.
Herfyri keypti ein maður fýra íløt av brennivíni á einari uppboðssølu í Kina. Innihaldið stavar frá 1845 og varð funnið, tá menn í 1996 brutu ein gamlan verkstað niður. Hvør keyparin var, vilja kinesararnir ikki upplýsa, men í hvussu er rindaði hann meiri enn fimm milliónir krónur fyri teir gomlu droparnar. Kinesararnir siga seg heldur ikki vita, hvat keyparin ætlar at gera við brennivínið.
Annars verður sagt, at tað loysir seg væl at selja gamalt brennivín á uppboði. Herfyri fór ein fløska av gomlum whisky fyri 230.000 krónur, og hetta sigst vera príslegan, er slagið tað rætta.