FS Vágar-NSÍ 3-3 (1-1)
Talan var um eina søguliga løtu, tá bestu mansliðini hjá FS Vágum og NSÍ fóru á vøllin sunnudagin. Hetta var nevnliga fyrstu ferð, at fyrstudeildardystur í fótbólti skuldi leikast í Sørvági. SÍ hevur fyrr verið í bestu deildini, men tá æt deildin meistaradeildin.
Harumframt var veðrið eisini av tí allarfagrasta, og henda blandingin hevði gjørt sítt til at rættuliga fitt av fólki hevði leitað sær til Sørvágs at fylgja samansetta liðnum, sum nú aftur hevur vunnið seg upp í bestu deildina.
Onkur vildi kanska vera við, at tað boðaði ikki frá góðum, at runavíkingar vóru fyrstu gestirnir. NSÍ hevur nevnliga havt eitt løgið ár higartil, har teir hava tapt alt heima í steypakappingini. Á útivølli hevur hinvegin ligið betri fyri. Tríggir dystir í steypakappingin góvu níggju stig, og í landskappingini eydnaðist tað at basa klaksvíkingum í Klaksvík, so eftir hesum hagtølum at døma, var talan um ein sera torføran heimadyst.
Ivasamt brotsspark
Vágamenn vóru tó teir, sum løgdu bragdligari fyri, og dysturin var ikki gamal, tá Birgir Joensen fekk fyrsta møguleikan at leggja vertirnar framum, men púra leysur við málverjanum eydnaðist tað honum ikki at fáa mál.
Eftir hetta fingu bæði liðini tó nøkunlunda skil upp á verjuspælið, soleiðis at hvørki av liðunum hevði nakrar serligar málmøguleikar. Tað eydnaðist tó vágamonnum at leggja seg á odda, tá Darius fekk longt eitt innkast til John, sum við høvdinum beindi bóltin í málið.
Eftir hetta var kanska líkt til, at vágamenn høvdu tamarhald á tí mesta. Onkrar skotroyndir vóru frá báðum pørtum, men teir opnu møguleikararnar var als ikki talan um.
Leikarar og áskoðarar høvdu kanska sligið seg tols við, at 1-0 eisini skuldi vera hálvleiksstøðan, men tá tveir minuttir vóru eftir av hálvleikinum, bríkslaði dómarin brádliga fyri brotssparki. Vágamenn vóru í øðini um dómin, og sum skilst, so ásannaðu runavíkingarnir eisini, at talan í øllum førum var um eitt sera tunnan dóm. Sjúrður Jacobsen takkaði tó fyri møguleikan, og setti bóltin í netið, soleiðis at javnstøða aftur var á máltalvuni.
Jónstein skeyt perlumál
Seinni hálvleikur var einans fimm minuttir gamal, tá Jónstein Petersen skeyt vakrasta málið í dystinum. Hetta hendi eftir at Gert dróg fram við verjuleikara í høgru og sendi innfyri. Jónstein møtti bóltinum við fullari ferð, og langaði bóltin í netið uttan nakran møguleika hjá Remi at verja fyri.
Heimaliðið royndi so aftur at trýsta á NSÍ málið, men spælið var alt ov óskipað og óstøðugt til at nakrir stórir møguleikar spurdust burturúr. Tað eydnaðist teimum tó at javnað, og aftur hesa ferð var talan um deyðbóltsstøðu. Fríspark varð sent innfyri úr høgru, og við nærmasta stólpa eydnaðist Tór Ingar Akselsen at seta høvdið á bóltin.
Støðan helst sær so at siga allan dystin, men tá einans tveir minuttir vóru eftir at leika, legði NSÍ seg enn einaferð á odda. Talan var ikki um nakrar vandamikla støðu, tá Sonni Petersen fekk bóltin í høgra borðið. Verjuleikararnir fingu eisini bóltin av honum, men tað eydnaðist kortini Sonna at vinna hann aftur, og eftir at hava krúllað seg ímillum fýra verjuleikarar, trillaði hann bóltin útfrá so Eddie Mikkelsen kundi senda bóltin í netið.
Sum vera man tóktist vágamenninir nakað nipnir eftir hetta, men enn einaferð fingu teir togað seg á javnt, og enn einaferð eftir deyðbóltsstøðu. Hesu ferð varð tað Darius, sum við høvdinum stýrdi frísparksinnleggið í málið, og løtu seinni var dysturin lokin.
Mugu venja deyðbóltar
Sostatt eydnaðist vágamonnum at fáa sær fyrsta stigið á árinum til høldar. Hesum hava teir eftir øllum at døma eisini tørv á, tí komandi dystirnir eru alt annað enn lættir, tá teir skulu spæla móti havnarliðunum báðum, sum í løtuni eru nummar eitt og tvey á stigatalvuni.
Runavíkingar megnaðu enn einaferð at vinna sær stig á útivølli, men tað má vera tankavekjandi, at øll trý málini vórðu sett inn við høvdinum, og at øll trý komu eftir deyðbóltsstøður.
FS Vágar-NSÍ 3-3 (1-1)
1-0 John Johansen 25.
1-1 Sjúrður Jacobsen 43. (Br.)
1-2 Jónstein Petersen 50.
2-2 Tór Ingar Akselsen 67.
2-3 Eddie Mikkelsen 88.
3-3 Darius Magdisauskas
Dómari: Petur Reinert