Dýrini leita eftir turrum blettum

Tað er ikki bara fólkið í avstralska landspartinum Queensland, sum er illa plágað av teirri stóru vatnflóðini, sum byrjaði fyri fleiri vikum síðani. Loftmyndir vísa, at nógv dýr eru illa stødd av vatnflóðini. Tað, sum fyrr var turrlendi, stendur nú undir vatni, og nógvastaðni er dýpið fleiri metrar.

Á loftmyndunum sæst, hvussu ross og onnur dýr svimja aftur og fram, meðan tey leita eftir onkrum turrum bletti at sleppa uppá, og aðrastaðni hava dýr leitað sær skjól uppi á onkrari húsatekju.

Avstralska dýralívið er bæði ríkt og sjáldsamt.