Hávurin skal veiðast, drepast og oyðast.
Hetta er í stuttum hugburðurin hjá menniskjum mótvegis einum av heimsins størstu rovdýrum ? hvíthávinum, sum nú er á markinum til oyðing.
Bara orðið hávur kann fáa tað at fara kalt niðureftir rygginum á teimum flestu.
Hávur hevur ta ivasomu æru at teljast millum teir bólkar av dýrum, sum menniskjan ræðist mest.
Sálarfrøðiligar kanningar í USA og Onglandi hava víst, at tey trý dýrasløgini, sum elva til tær størstu kensluligu reaktiónirnar hjá menniskjum, eru hávur, slanga og eiturkoppur.
Tað finnast fólkasløg, serliga við Kyrrahavið, sum gjøgnum tíðirnar hava tilbiðið hávin sum ein guð, men nógv tey flestu menniskjuni hava ligið honum eftir lívinum ? og ongantíð betur, enn um tey megnaðu at oyða hávin.
Stór átøk eru enntá sett í verk fyri at náa hesum máli.
Ikki minst hevur bókin hjá amerikanska rithøvundanum, Peter Benchley ? "Dødens gab" ? sum seinni varð gjørd til film, viðvirkað til, at hávur framvegis verður mettur at vera tann blóðtysti dreparin, sum gerast skal av við á ein og hvønn hátt.
Eftir at filmurin varð vístur fyrstu ferð í 1975, byrjaði ein ógvuslig veiða eftir tí stóra hvíthávinum kring um heimin. Og tá ið ein ungur maður varð álopin av einum hvíthávi við strondina í Kalforniu, kravdu fólk og politikarar, at átøk vórðu sett í verk, sum kundu forkoma hávinum í amerikanskum sjógvi. Hetta varð kravt, hóast hávur "bert" drepur 12 fólk í miðal um árið - ella nógv færri enn tey sum doyggja av býflugum ella hundabiti.
Ótrúligir sansir
Hávur telist millum heimsins mest effektivu rovdýrasløg. Granskarar siga, at hann hevur verið til í umleið 350 miljónir ár, og alla hesa tíð hevur hann so at siga ikki broytt skap. Tey 375 kendu sløgini finnast á øllum heimshøvum, og nøkur fá finnast eisini í áum og vøtnum.
Flestu sløgini eru lutfalsliga smá; tey minstu eru umleið 20 cm. long, og nógv tey flestu eru styttri enn tveir metrar. Men tað eru eisini hávar, sum eru rættiliga stórir, eitt nú brugdan og hvalhávurin, sum kunnu gerast einar 10-15 metrar long.
Teir smáu hávarnir eru friðarligir og gera lítið um seg. Teir liva av krabbadýrum, botndýrum og smáfiski. Tey størstu sløgini liva av plankton, men síðan er eisini eitt stórt tal av hávi, sum etur fisk, fugl ella havsúgdýr ? og heldur ikki aftrar seg við at leypa á menniskju!
At hávur er so effektivur í sínari veiði, kemst ikki minst av hansara sera vælmentu og útbygdu sansum. Hann sær væl og hevur eitt serstakliga gott royk-og smakkitev sum ger, at hann kann staðfesta royk í evarska smáum nøgdum. Somuleiðis hevur hann óvanliga góðan sans fyri øllum, sum flytir seg og kann merkja rørslur langan veg. Hávurin fangar veiku elektrisku streymarnar frá vøddunum á dýrinum, sum hann lúrir eftir. Aftrat øllum hesum er hann við sínum vælmentu finnum ein serstakliga góður svimjari. Til tjúgund og seinast er hávurin væl forsýnaður við hvøssum og aftureftir vendandi tonnum, sum gera hann til ein ógvuliga effektivan veiðimann.
Hávatenn eru í høvuðsheitum úr emalju, sum er harðasta biologiska tilfarið, og ein miðal hávur hevur fleiri hundrað slíkar tenn í kjaftinum. Tær sita í fleiri røðum, og nýggjar veksa út alt lívið. Brotnar ein tonn ? ella hon er slitin, verður hon bara skift út við ta næstu í røðini aftanfyri. Ein stórur hávur kann soleiðis brúka fleiri túsund tenn í sínum lívi.
Brutalir veiðihættir
Allir hesir eginleikar, sum gera hávin so fullkomnan til lívið í havinum, eru orsøkin til, at vit menniskju bæði hata hann og samstundis eru so hugtikin av honum. Hóast dýrið altíð hevur verið jagstrað, er tað ikki fyrr enn seinastu árini, at veiðan er vorðin ein trupulleiki fyri stovnin. Nútímans tøkni við sonartólum, troli og rekagørnum hevur ført til, at hávurin nú er í einum veruligum vanda fyri at verða oyddur.
Aftrat tí, at hann verður mettur sum eitt dýr, ið fyri ein og hvønn prís skal oyðast, er hann eisini ein virðismikil fongur. Kjøtið kann seljast, men eisini skinn, bein og serliga tenninar eru eftirspurdar. Kjøtið verður selt sum serstøk delikatessa ? ella til fish & chips. Tenninar verða brúktar til prýðislutir og skinnið til leðurvørur.
Nógv tann størsti parturin av hávaveiðini verður í løtuni selt til londini eystanfyri. Har er tað hvørki kjøtið ella tenninar, sum hava størsta áhugan ? men hávafinnurnar.
Suppa úr hávafinnum er ógvuliga væl umtókt í asiatisku køk-unum, og hetta er nú av álvara byrjað at kostað hesum jagstraða dýraslagi dýrt. Hávurin verður ikki bert veiddur við stórum trolum í velduga stórum nøgdum. Veiðan er eftirhondini, sum eftirspurningurin er vaksin, farin at líkjast ránsveiði, sum er ógvuliga torfør at verja seg fyri.
Áður varð hávurin skorin upp, tenninar tiknar út, og kjøtið skorið sundur. Nú verða finnurnar skornar av dýrinum ? oftast, meðan tað enn er á lívi. Síðan verður kroppurin blakaður í havið aftur. Tá ið ein trolari hevur tóvað eina løtu í einum slíkum øki, er botnurin ofta fullur av deyðum og doyggjandi hávum, ið enda sum føði hjá øðrum hávum og rovfiskum.
Samanbrot lúrir
Tað finst eingin uppgerð yvir, hvussu stór hávaveiðan er á altjóða stigi, men talan er helst um hundraðtúsundir ? ja, kanska um miljónir av dýrum. Eitt slíkt veiðitrýst heldur eingin stovnur til í longdini. Er veiðan ríkiliga hørð og støðug, verður galin endi ? sjálvt hjá tí talríkasta stovninum.
Úrslitið av ovurveiðini er, at fleiri hávasløg eru í stórari minking, og summi eru sum áður nevnt beinleiðis hótt.
Altjóða náttúruverndarfelagsskapurin, IUNC, hevur nú sam-tykt ein lista yvir 14 hávasløg, sum veruliga eru hótt. Millum hesi er tann stóri hvíthávurin og brugdan.
Tað er kanska ikki so løgið, at hvíthávurin er hóttur. Sum tað avgjørt størsta rovdýrið á heimshøvunum, hevur hann ongantíð verið serliga vanligur. Meira ræðandi er tað, at fleiri vanlig hávasløg eisini eru í stórari minking. Framvegis verða hesi veidd í velduga stórum tali til tess at nøkta marknaðin fyri hávafinnum og fisk & chips.
Nógvastaðni er veiðan av smáum og miðalstórum hávum minkað við einum helmingi seinastu tíggju árini, hóast royndin er vaksin.
Onnur hávasløg eru framvegis væl fyri og áttu tí at kunnað bjargast, hóast tað ikki er so lætt, sum onkur kundi hugsað sær.
Í mun til flestu onnur fiska- og dýrasløg í havinum, nørist hávur seint. Hon-fiskurin gerst ikki kynsbúgvin, fyrr enn hann er fleiri ára gamal, og avkomið er fáment í tali. Leggur fiskurin egg, eru hesi heldur ikki mong í tali.
Størsti trupulleikin er, at tað er ógvuliga torført at savna tann vælvilja, sum skal til fyri at bjarga og friða hávin. Dýr í havinum við hvøssum tonnum og køldum eygum vekja ikki í sama mun verndartrongd í menniskjum, sum dýr við brúnum eygum og bleytum skinni gera.
Havsins ruskmenn
Onkustaðni er tó vón fyri framman.
Tann stóri hvíthávurin er friðaður í teimum trimum støðunum í heiminum, har hann er mest vanligur, nevniliga í USA, Suðurafriku og Avstaliu. Aftrat hesum er áhugin fyri hávinum veksandi fleiri staðni í heiminum.
Ein av bólkunum, sum hevur víst hávinum stóran áhuga, er "The Basking Shark Society", sum hevur sæti á Isle of Man. Bólkurin hevur serliga áhuga fyri brugdu-hávinum, sum livir av at eta plankton. Brugdan er álvarsliga hótt orsakað av síni livur, sum inniheldur nógva olju. Oljan úr brugdulivur verður eitt nú nýtt til arbeiði við skinnum. Veiðan er langt síðani steðgað, men brugdan nørist so seint, at stovnurin næstan ikki er øktur seinastu tríati árini.
Aftrat tí, at vit missa dýrasløg í havinum við ovurveiði, kunnu vit eisini rokna við álvarsomum lívfrøðiligum avleiðingum, um stóra royndin eftir hávi ikki verður tálmað. Hávur hevur nevniliga stóran týdning fyri vistfrøðina í havinum, har hann virkar sum "ruskmaður" og góðskueftirlitsmaður. Hávurin syrgir alla tíðina fyri at fáa burtur deyð, sjúk og skadd dýr. Verður eingin hávur á heimshøvunum, er vandi fyri, at vistskipanin koppar.
Annað er, at vit enn ikki vita, hvørjir medisinskir møguleikar, hávurin goymir. Krabbamein er eitt ókent fyribrigdi millum hávar. Hví hetta er so, veit eingin. Men møguleikarnir at finna út av hesum ? og møguliga eisini at finna eina alternativa viðgerð móti krabbameini ? eru burtur, um veiðan eftir hávi heldur fram sum higartil.
Kelda og myndir:
Illustrueret Videnskab










