Dýrastu dreingirnir bjóða seg fram aftur

Johan Dahl, landsstýrismaður
------

Trúðvirði aftan fyri yvirlýsingina frá Tjóðveldinum um vikuskiftið var burtur, áðrenn blekkið á henni tornaði.
Í yvirlýsíng síni frá landsfundinum Tjóðveldisins verður brúkt slogani loysingin er bjargingin - eg má ristandi á høvdinum ásanna, at innanhøvda í hesum garpum er ongin bjarging at hóma – teir liva framhaldandi í síni fantasiverð og koma óiva at gera tað nakað fram í tíðina.
Sást tú yvirlýsingina frá Tjóðveldinum eftir teirra floksting um vikuskiftið? Hvat dámdi tær?
Mong hava uttan iva sitið við einum heilt løgnum fornemmilsi, tá tey kundu lesa sloganið um, at loysingin er bjargingin.
Ófatiligt sum sannleikin hvørvur skjótt í hasum umhvørvinum. Næstan skjótari enn blekkið á yvirlýsingini. Tí álvaratos: sami flokkur, sum eigur mesta heiðurin fyri, at landskassin í dag stendur brølandi tómur, vil nú sleppa framat aftur.

Tjóðveldi kolldømt trígjar ferðir í hálvt ár
Tey, sum bara hava fylgt eitt lítið sindur við samfelagskjakinum, hava lagt til merkis, at bert seinasta lítla hálva árið er staðfest ikki færri enn tríggjar ferðir, at politikkurin hjá Tjóðveldinum er ein høvuðsorsøk til dagsins búskaparstøðu.
Bæði í november í fjør og aftur í hesum mánaðinum hevur Búskaparráðið positivt nevnt í frágreiðingum sínum, at niðurskurðurin í Ríkisveitingini er ein av stóru orsøkunum til, at almennu Føroyar í dag standa og mangla inntøkur.
Stóra gjógvin millum inntøkur og útreiðslur hjá landskassanum, ið er høvuðsorsøkin til trupulleikarnar í dag, varð skapt um aldarskiftið, tá Høgni Hoydal eksperimenteraði við Føroyum í sínum misskilta fullveldismodelli.
Hetta var eisini tíðarskeiðið, tá útreiðslurnar hjá landskassanum øktust út um alt mark.

50 ár í búskaparligu oyðimørkini
Eftir hetta hevur Tjóðveldi sjálvt í einari »óheftari frágreiðing« staðfest, at loysingin fer at kosta. Hetta er nýbrot í sjálvum sær, tí higartil hava oddafiskarnir í flokkinum havt sum sítt egna privilegium at pástaðið, at vegurin inn í Fullveldishimmiríkið var ókeypis.
Tann »óhefta frágreiðingin« fortaldi, at Føroyar skulu vera 25 ár í búskaparligu oyðimørkini eftir loysingina.
Hesi 25 ár skulu takast við fyrivarni, og tí er talan er helst um hálva øld ella meira.
Sostatt er eisini staðfest, at politiska leiðin hjá Tjóðveldinum gongur beint niður í avgrundina.
Men proklamatiónin um vikuskifti eitur: »Vit eru bjargingin«, og politiska fylgið aftan fyri Messias svarar »Halleluja«.
Er hetta myndin av einum stjórnarberandi flokki? Er hetta bjargingin? Neyvan.

Hetta er »bjargingin«
Um vit bert eina stutta stund hugsa okkum, at Lásagølan ongantíð hevði sæð dagsins ljós – hvat hevði so hent í Føroyum?

Her eru nøkur fá dømi:
· Fíggjareftirlitið hevði verið yvirtikið, og satsað hevði verið uppá »íslendska« leistin. Úrslitið av hesum hava vit sæð í Íslandi, har ein høvuðsorsøk til skrædlið var eitt veikt fíggjareftirlit
· Okkara bankar høvdu ikki fingið lut í bankapakkunum. Teir eru jú danskir
· Úrslitið hevði verið enn einaferð eitt totalkollaps av føroyskum bankum.
· Okkara bankar høvdu ikki fingið individuellan statsgaranti upp á meira enn 12 milliardir krónur at styrkja seg við
· Blokkurin, sum nú er góðar 600 mió. kr. árliga til vælferðartænastur hevði verið skorin burtur, uttan at onnur inntøka hevði verið funnin ístaðin. Okkara vælferðarsamfelag hevði verið burtur
· Fiskivinnupolitikkur teirra hevði ivaleyst havt lagt mesta partin av flotanum
· Flogvøllurin hevði neyvan verið útbygdur út á meir enn 1600 metrar
· Norrøna hevði verið farin av landinum, og hendan farleið fyri ferðandi og farm hevði verið burturi, tí ongin hevði í verandi fíggjakreppu farið undir eina nýggja farleið

Soleiðis sær »bjargingin« hjá Tjóðveldinum út. Hetta er eitt sannlíkt scenario, ið er grundað á politisku útmeldingarnar frá Tjóðveldinum.
Úrslitið hevði verið minni persónligt frælsi og ússaligir møguleikar á øllum økjum fyri føroyingar.
Tórshavn 22.03.2010