Í dag eru haruhagar seldir á uppboði í Vestmanna. Upplýst verður, at Heimihagin heimari fór fyri 6.500 krónur, Heimihagin norðan fyri 8.000, Brekkurnar fyri 12.500, og Norðurnesið fór fyri 11.000 krónur.
Veðurlambið, sum eisini varð selt á uppboði í Vestmanna seinnapartin í dag, fór fyri 1.000 krónur.
Úr Vestmanna verður sagt, at Fjallið, Dalar heimari, Útihagin, Reynið og Líðin vóru ikki við á uppboðssøluni.
Fjallið og Reynið er selt frammanundan, Dalar heimari kann avtalast byrsa fyri hvønn mannin við Høgna Johansen, Útihagin er seldur eitt ár fram, og Líðin verður avtalað við Tommy í Niðristovu.