Teir átta flokkarnir, sum fingu umboð á Fólkating á valinum í síðstu viku, brúktu umleið 120 milliónir krónur til valstríðið, og hetta valstríðið er sostatt tað dýrasta í Danmark nakrantíð. Tað skrivar Jyllands-Posturin í dag.
Sambært blaðnum brúktu teir fýra flokkarnir, sum nú sita í samgongusamráðingum, munandi meiri pengar til hetta valstríðið enn seinast. Eindarlistin, sum brúkti eina millión krónur til valið í 2007, brúkti tríggjar milliónir hesaferð, og Tey Radikalu brúktu sjey milliónir krónur nú ímóti 3,5 milliónum í 2007. Hjá SF vuksu útreiðslurnar úr átta milliónum í 2007 í góðar 20 milliónir hesaferð. Sosialdemokratarnir brúktu 12 milliónir krónur til valstríðið í 2007. Lars Midtby, floksskrivari, vil ikki siga, hvussu nógv flokkurin brúkti til hetta valið, men hann sigur tó, at talið var væl størri enn fyri fýra árum síðani.
Jyllands-Posturin skrivar, at til valið í 2007 brúktu teir borgarligu flokkarnir meiri enn tvær ferðir so nógvar pengar sum teir reyðu, men at í ár er næstan eingin munur. Blaðið hevur út frá hesum roknað seg fram til, at hesaferð brúktu flokkarnir umleið 120 milliónir til valstríðið, og tað er met. Tað er heldur ikki alt, tí oman á hetta kemur tað, sum tey lokalu valfeløgini brúktu.