- Livet er ikke det værste man har, og om lidt er kaffen klar. Og hevði Benny Andersen nýtt pulvurkaffi hevði kaffið verið klárt um 30 sekund. Men hevði tað so smakkað líka væl?
Danska brúkararáðið Tænk hevur biðið 95 danir royna 10 sløg av pulvurkaffi og tað vísir seg, at tað er stórur munur á tí besta og tí ringasta. Royndin stendur í seinastu útgávuni hjá Tænk.
Brúkararnir eru so gott sum samdir, tað dýrasta smakkar best. Talan er um Clipper Papua New Guinea. Tænk viðmerkir, at hetta er ikki eitt kaffi, sum fæst í vanligu handlunum, men í ymiskum heilsuhandlum.
Clipper Papua New Guinea er einasta kaffið í royndini, sum fær skoðsmálið at smakkurin er sera góður. Kaffismakkurin var reinarin, rundari og sterkari, søgdu tey, sum royndu kaffið. Prísurin var kortini væl hægri enn hjá hinum, 1,7 krónur fyri hvønn kopp.
Næstbesta kaffi er Bellarom Gold Strength 6, sum fæst til keyps hjá Lidl. Tað er væl bílari enn Clipper-kaffið, kostar bara 50 oyru fyri hvønn kopp. Hetta er bíligasta kaffið, sum fær skoðsmálið at hava ein góðan smakk. Tað smakkar væl av nøtum og kakao, og hóast tað er eitt sindur súrt og beiskt, so smakkar tað framvegis av kaffi.
Gevalia Mellemristst Gold Rund og Mild endaði á triðja plássi í royndini. Prísurin er 70 oyru fyri hvønn kopp.
Nescafé Gold Rich & Smooth og LavAzza Classico enda nummar fýra og fimm, Café Noir Instant Original nummar seks og BKI Extra Rund og mild nummar sjey.
Vánaligastu kaffini sambært Tænk eru Merrild Mellemristet Intensitet 5, Peter Larsen Kaffe Coffee Fusion Colombia og Karat Instant 45, sum er ringast av øllum 10. Onkur meinti, at Karat Instant 45 smakkar av popkorni.