Dýrast at búgva í Danmark

Av teimum 27 ES-londunum er Danmark tað dýrasta landið at búgva í Aftan á Danmark koma Írland, Finnland, Luksenburg, Svøríki, Frakland, Belgia og Italia.

Tøl hjá Eurostat vísa, at í 2008 vóru prísirnir í Danmark 41 prosent oman fyri meðalprísirnar í øllum ES-londunum. Tað bíligasta landið at búgva í er Bulgaria, har prísirnir vóru 49 prosent niðan fyri meðalprísirnar.

Eurostat hevur kannað prísirnar á 2.500 vørum og ymsum øðrum í øllum teimum 37 evropeisku londunum, og her er Makedonia tað bíligasta landið at búgva í við prísum, sum eru heili 53 prosent undir meðalprísunum í ES.

Tað dýrasta landið uttan fyri ES er Noreg framman fyri Sveis og Ísland, men tey eru bíligari at búgva í enn Danmark.