Suðuroy: Seinastu tvey árini er sethúsaprísurin í Suðuroynni farin uppeftir, bæði tá talan er um at byggja nýggj sethús, og eisini tá eldri sethús verða keypt. Hetta eru Eik, Føroya Banki og Suðuroyar Sparikassi samdir um, skrivar Suðurrás.
Tá talan er um at byggja nýggj sethús, so skal roknast við, at hesi kosta millum 1,3 og 1,4 milliónir, og tá er grundstykkið ikki við í prísinum.
Grundstykkjaprísurin er ógvuliga ymiskur í oynni, alt eftir, hvar keypt verður. Tá talan er um keyp av eldri sethúsum, so er prísurin stýrdur av, hvar í oynni húsini eru, og hvørjum standi tey eru í. Eik hevði 1. ársfjórðing í 2006 ein miðalprís upp á 545.500 krónur, meðan miðalprísurin 4. ársfjórðing í 2007 var uppi á 753.775 kr.
Suðuroyar Sparikassi er, eins og Eik og Føroya Banki, heldur ikki í iva um, at sethúsaprísirnir eru uppgangandi á teimum størru plássunum í Suðuroynni.