Dýrari orka og matvørur

Fyrsta ársfjórðing vóru brúkaraprísirnir 2,3 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør. Vøksturin stavar serliga frá dýrari orku og matvørum. Frá fyrsta ársfjórðingi í fjør til fyrsta ársfjórðing í ár hækkaði brúkaraprístalið 2,3 prosent. Sum tað sæst á myndini er hetta er mesti árligi prísvøkstur síðan fyrsta ársfjórðing í 2009.

Prísirnir á orku eru hækkaðir mest. Hesin prísvøkstur kemur bæði frá príshækkingum uttanífrá og frá avgjaldshækkingum á diesel og øðrum oljuúrdráttum. Harumframt er prísurin á ravmagni farin munandi upp.

Brennioljan til húsarhald er farin 23,5 prosent upp og ravmagn 11 prosent. Og prísirnir á brennievni til akfør eru hækkaðir útvið 19 prosent.

Prísirnir í flestu matvørubólkum eru farnir upp seinasta árið, og samanlagt eru matvørur dýrkaðar 1,7 prosent.
Mesta príslækking hevur verið í nýtslubólkinum samskifti.

Mesti prísvøksturin seinasta árið hevur verið seinasta ársfjórðingin. Frá fjórða ársfjórðingi í fjør til fyrsta ársfjórðing í ár hækkaði brúkaraprístalið úr 116,3 upp í 117,9. Tað er ein vøkstur upp á 1,4 prosent. 

Bæði fyri orku og fyri matvørur er tað galdandi, at prísvøksturin var mestur seinasta ársfjórðingin, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.