Tað verður eitt sindur dýrari at reka vinnu hjá teimum útróðrarmonnum, sum enn eru virknir í Sjóvar kommunu.
Fíggjarnevndin í kommununi hevur á fundi hin 22. apríl samtykt at hækka el-prísirnar í havnunum í kommununi.
Hækkingin er úr 160 oyrum upp í 190 oyru fyri kilowatttíman.
Broytingin kom í gildi hin 1. apríl 2013 - ella sambært heimasíðuni hjá kommununi einar tríggjar vikur fyri samtyktina í fíggjarnevndini.









