Dýrari enn Vietnam

Hvønn mánað kostar kríggið í Irak amerikonsku skattgjaldarunum 5,6 milliardir dollarar ella 33,6 milliardir krónur.

Tað er meiri, at kríggið í Vietnam kostaði. Umroknað til dagsins virði kostaði kríggið har amerikonsku skattgjaldarunum smáar 31 milliardir krónur um mánaðin í meðal tey átta árini, tað vardi.

Hetta sæst í einari frágreiðing, sum stovnarnir Policy Studies og Foreign Policy in Focus hava skrivað. Teir vísa kortini á, at samanborið við amerikonsku bruttotjóðarframleiðsluna var kríggið í Vietnam væl dýrari enn Irak-kríggið. Útreiðslurnar av Vietnam-krígnum svaraðu til 12 prosent av bruttotjóðarframleiðsluni, meðan tað tilsvarandi talið fyri kríggið í Irak er tvey prosent.

Vit kunnu leggja afturat, at Policy Studies og Foreign Policy in Focus eru ímóti krígnum í Irak.