Dýrari bunkring í Føroyum

At oljuprísirnir eru á veg uppeftir aftur, skapar ótta hjá limunum í Føroya Reiðarafelag, tí olja er nógv tann størsti útreiðsluposturin, sum flestu skip hava. Reiðarar fylgja væl við gongdini í oljuprísunum, og so seint sum hósdagin gjørdi Føroya Reiðarafelag eina kanning í Føroyum og Danmark, har prísirnir á olju verða samanbornir.

Felagið spurdi tvey feløg í Hirtshals og tvey í Føroyum, hvat tey vildu hava fyri 50.000 litrar av olju leveraðar við bili á staðnum.

Úrslitið er, sigur Føroya Reiðarafelag, at annað felagið í Hirtshals vildi lata oljuna fyri 3,49, meðan hitt felagið vildi hava 3,55 krónur fyri liturin.

Til samanburðar vildu bæði feløgini í Føroyum hava 3,79 krónur fyri liturin av somu nøgd av olju.

Taka vit lægra prísin hjá danska felagnum, er talan um ein prísmun upp á 30 oyru fyri liturin, sum oljan í Føroyum er dýrari enn í Danmark.

Føroya Reiðarafelag veit eisini at siga, at ein føroyskur trolari keypti olju í Scrabster í hósdagin, og her var prísurin 3,77 krónur fyri liturin, sum er 2 oyru fyri hvønn litur bíligari enn oljan í Føroyum.