Um ein mánað verður tað dýrari at vera kundi í Eik. Frá 1. september áleggur Eik nýggj ómaksgjald á tænastur, sum frammanundan vóru ókeypis, umframt at bankin eisini hækkar gjøld, sum frammanundan vóru.
Eitt nú fer tað framyvir at kosta 25 krónur, tá tú sum kundi ringir til Eik og spyr, hvat saldo tín er. Somuleiðis verður gjald lagt á at taka pengar út við kassan og í sjálvstøkum bankans.
Allir kundar kunnu taka pengar út ókeypis við kassan tvær ferðir um mánaðin, men hevur tú tørv á fleiri útgjaldum við kassan enn tað, kostar tað 25 krónur fyri hvørt útgjald.
Somuleiðis fer tað frá 1. september at rokna at kosta tvær krónur hvørja einastu ferð, tú sum kundi nýtir eina av sjálvtøkum bankans.
Vanligar manuellar flytingar fara at kosta 25 kr., meðan kostnaðurin fyri telefonflytingar verður 35 kr. Árliga gjaldið á MasterCard Debit verður 200 kr.
Kostnaðurin fyri rykkjarar verður 50 kr. fyri fyrsta rykkjaran og ávikavist 200 kr. og 300 kr. fyri annan og triðja rykkjaran.
Eisini vinnukundarnir hjá Eik verða raktir av broyttu og nýggju avgjøldunum. Kostnaður á 50 krónur verður nú lagdur á inngjøld við kassan hjá vinnukundum fyri hvørt inngjald. Samkomur og ítróttarfeløg eru tó undantikin hesum kostnaðinum.
Árliga gjaldið fyri Netbankan til vinnukundar verður 600 kr., og verður tikið av kontu hvønn 1. oktober.
Við hesum broytingum er Eik banki nú komin upp á sama støði sum eitt nú BankNordik við kostnaðinum á ómaksgjøldum.
Meiri fæst at vita á heimasíðuni hjá Eik, eik.fo.