Nú verður tað dýrari at fara í svimjihøllina í Havn. Tað samtykti býráðið í Havn týskvøldið. Tey vísa á, at prísirnir hava staðið í stað síðani 2009 og at stundin nú er komin at hækka teir.
Endamálið við tí er byrgja fyri, at hallið av at reka svimjihøllina ikki verður ov stórt, tí tað, sum manglar í, má játtast í fíggjarætlanini hjá býráðnum. Og tey vænta, at hækkingarnar, sum nú verða settar í verk, fara at geva 300.000 krónur meiri í inntøku.
Í meirilutanum í býráðnum vísa tey á, at serliga síðani Økan varð tikin í nýtslu, eru nógv fleiri fólk farin at ganga í svjimjihøllina og tað krevur fleiri starvsfólk Og tey halda, at hóast prísirnir hækka, er talan um ógvuliga sámuligar príshækkingar.
Størsta príshækkingin er hjá vaksnum, sum hava avsláttarkort til 10 vitjanir í svimjihøllini, tí tey skulu nú rinda 30 krónur, hvørja ferð tey svimja, og tað eru átta krónur meiri enn higartil.
Annars eru príshækkingarnar ímillum 2,40 krónur og fimm krónur fyri hvørja ferð ein svimur, alt eftir um rindað verður frá ferð til ferð, ella um fólk hava ymisk sløg av avsláttarkortum.
Tey í meirilutanum føra fram, at hóast prísirnir verða hækkaðir, er tað framvegis rættiliga bíligt at svimja og tey vænta ikki, at hetta fer at fáa nakran at setast aftur.
Tað eru kortini ikki allir býráðslimir, sum eru samdir í hesum, og tað venda vit aftur til um eina løtu.