Dýrari at roykja og drekka

Sum heild er tað eitt sindur dýrari at liva í Føroyum nú enn tað var fyri einum ári síðani

Hetta síðsta ári er tað vorðið eitt sindur dýrari at liva Føroyum enn tað hevur verið. Ein nýggj uppgerð hjá hagstovuni vísir, at sum heild eru prísirnir 0,9 prosent høgri nú, enn teir vóru fyro einum árið síðani. Men tað merkir, at prísvøksturin er tálmaður eitt lítið sindur, tí árið framman undan hækkaðu prísirnir eitt prosent.

 

Seinasta árið eru prísirnir farnir upp í øllum høvuðsbólkum uttan bólkinum sum eitur frítíð og mentan og í bólkinu, sum eitur samskifti, tí har lækkaðu prísirnir eitt lítið vet.

 

Størsta hækkingin er í bólkinum, sum eitur vørur og tænastur. Tann bólkurin er hækkaður 3,1 prosent,  og í hesum sambandi eru tað gjøldini fyri ymsar fíggjartænastur sum eiga tann mesta vøksturin.

 

Annars er tað vorðið tvey prosent dýrari at roykja og drekka Rúsdrekka, men prísurin fyri at gista á hotelli og eta á matstovum, er hækkaður 1,5 prosent. Hinvegin eru bústaðir dýrkaðir 1,4 prosent.

 

Men prísirnir á matvørum standa at kalla í stað, tí teir eru bara hækkaðir 0,4 prosent hetta seinasta árið. Yvirhøvur eru tað kjøt og fiskur, sum eru vorðin dýrari, men grønmeti er vorðið bíligari.

 

Eitt er at prísirnir eru hækkaðir hetta síðsta ár, men hendan seinasta ársfjórðingin er einki hent, sigur Hagstovan.