Dýrari at liva hetta seinasta árið

Síðani 2001, hevur prísvøksturin ongantíð verið so stórur, sum hetta seinasta árið Tað er blivið dýrari at liva hetta seinasta árið.

Tað vísir gongdin í prístalinum hetta seinasta árið.

Hagstovan hevur akkurát kunngjørt gongdina í prístalinum hetta seinasta árið. Tølini vísa, at hetta seinasta árið er prístalið hækkað 2,8%. Bara hendan seinasta ársfjórðingin er tað blivið 0,9% dýrari at liva í miðal

Hagstovan sigur, at tað, sum serliga ger tað dýrari, er, at rentan á bústaðarlánum er nógv hækkað og hon er nú komin væl upp um tað, hon var á, áðrenn stóru lækkingina fyri góðum ári síðani.

Prísirnir í flestu matvørum eru eisini farnir upp, mest á kjøti, fiski og grønmeti. Samanlagt var prísvøksturin á matvørum 1,2 prosent seinasta ársfjórðingin, men hetta seinasta árið er maturin vorðin 3,3% dýrari og tað er størsti prísvøkstur eftir einum ári síðani í 2001.

Prísir á hotel- og matstovutænastum fóru 1,3 prosent upp, og tryggingar hækkaðu 3,6 prosent.

Prísvøksturin seinasta ársfjórðingin er tálmaður mest av, at prísurin á brenniolju til húsarhald er farin 4,9 prosent niður.

Men Hagstovan sigur eisini, síðani nýggja brúkaraprístalið kom í gildi í 2001, hevur prísvøksturin ongantíð verið so stórur eftir einum ári, sum hann hevur verið hetta seinasta árið.

- Í nógv mesta mun eru tað rentan á íbúðalánum, húsaleigan og matvøruprísirnir, sum hava trýst brúkaraprístalið upp seinasta árið, sigur Hagstovan.

Síðan 1. ársfjórðing 2006, tá ið rentan á íbúðalánum var metlág, er rentan farin 33,4 prosent upp. Og húsaleigan er hækkað 27,1 prosent.

Afturímóti er brennioljuprísurin 5,8 prosent lægri enn 1. ársfjórðing í 2006. Samanlagt er prístalið fyri býli farið 9,7 prosent upp seinastu tólv mánaðirnar. Hetta er størsti prísvøkstur fyri býli síðan 2001.